top of page

Acerca de

IMG_6057_edited.png

Handilstreytir

Gjaldstreytir

Bókingar og møgulig tilkeyp á netinum verður goldið, tá ið tit hava góðtikið treytirnar, ella gjaldskortið verður góðkent til nevndu upphædd. Gevið gætur, at bíleggingarnar, har tilskilað er „onki afturgjald“, hava serligar treytir.

 

Avlýsing

Avlýsing er ókeypis, fram til 24 tímar áðrenn komu. 

Navnabroyting er loyvd uttan eyka kostnað.  

Avlýsast / broytast skal skrivliga við at senda teldupost til info@hotelrunavik.fo.

 

Koma og fráferð

Koma er eftir kl. 14:00, og fráferð er fyri kl. 11:00.

 

Hotel Runavík er mannað alt samdøgrið. Tó mæla vit til at boða móttøkuni frá, um komið verður seinni enn kl. 22. Ringið tel. 663333. Til ber at rinda eyka, um fráferðin er seinni, og tað má verða avtalað við móttøkuna. 

Vit góðtaka bara bíleggingar frá gestum yvir 18 ár, børn og ung mugu vera saman við verja ella ábyrgdarpersóni.

 

Morgunmat bjóða vit ókeypis millum kl. 07:00 og 10:00.

 

Royking

Øll kømur og høli á Hotel Runavík eru roykfrí, tó ber til at roykja ásett støð uttandura. Viðkomandi gestur, sum stendur fyri einum kamari, hevur ábyrgd av, at henda reglan verður hildin. Verður hon ikki hildin, fær viðkomandi rokning, sum er kr. 2.500,- fyri reingerð. Sama er galdandi fyri el-sigarettir.

 

Djór

Vit loyva ikki djórum á hotellinum – tó eru førarahundar vælkomnir.

Parkering

Hotel Runavík bjóðar ókeypis parkering.

Privatlívspolitikkur

Allir upplýsingar ið verða savnaðir og viðgjørdir á heimasíðuni eru eftir persónsdatalógini. Upplýsingar sum kunnu knýtast til teg sum persón, verða ikki latnar til aðrar fyritøkur.

bottom of page